Gullpakkin

 

Gullpakkin

 

Avtalan er galdandi til tað, sum kemur fyrst, 3 ár frá 1. skrásetingardegi at rokna ella til bilurin hevur koyrt 90.000 km. Avtalan fylgir altíð bilinum, eisini við eigaraskifti.

 

 

Gullpakkin umfatar

 

Viðlíkahald av bilinum sambært viðlíkahaldsveðleiðingini hjá framleiðarinum av omanfyri nevnda bilmerki og model, og harafturat allar neyðugar umvælingar gjørdar innanfyri vanliga arbeiðstíð.

 

Arbeiðsløn, eykalutir og neyðugan løg til service, viðlíkahalds- og umvælingararbeiði.

 

At skifta olju, perir, viskarabløð og áfyllan av sprinklaravesku.

 

 

Avtalan fevnir IKKI um

 

Skaðar orsaka av ferðsluóhappum, herverki, stuldri, plátuarbeiði, málaraarbeiði, polering og annað kosmetiskt arbeiði.

Viðlíkahald og umvæling av eykaútgerð, sum er ísett, eftir at avtalan er komin í gildi.

Dekk, herundir dekkskift og punktering, sleip til verkstaðið og eykabil meðan arbeiðið fer fram.

Umvælingar, sum standast av villari og óneyðugari harðari koyring, koyring á byggiplássum, í haga og tilsvarandi øki og undirlendi.

Skaða og umvælingar á lyktir, glas og rútar. Steinsløg ella annað útifrákomandi.

Gullpakkin er bert galdandi fyri persónbilar. Ikki vøruvognar. Gullpakkin er ikki galdandi fyri bilar, sum verða brúktir vinnuligt, eitt nú taxa, koyriskúla ella annan persónsflutning, vøruflutning ella útleigan.



Aðrar treytir

 

Alt arbeiðið skal fara fram hjá Auto Service, um ikki onnur avtala verður gjørd.

Kundin skal syrgja fyri forsvarligari viðgerð/handfaring av bilinum, soleiðis at bilurin kemur til øll sýn, sum ásett eru eftir veðleiðing frá framleiðara og hevur ábyrgdina av at biðja um tíð til bilin, soleiðis at neyðug sýn kunnu vera framd og olja og annar løgur verður latin á bilin.

Fyrivarni verður tikið fyri heilt óvanligum viðurskiftum, sum hvørgin partur hevur ræði á (force majeure)