Elbilar

 

Elbilar hava verið ávegis í mong ár. Longu í 1915 vóru tað í heimshøpi yvir 100 framleiðarar av elbilum, og meir enn 10.000 elbilar. Men so kom gongd í oljuvirksemið og tá motorar við bensin tá góvu munandi meiri orku enn tilsvarandi el-motorar, og olja harafturat í tíðini kostaði minni, so var leiðin løgd komandi 100 árini.  

 

Tó at diesel og bensin enn eru mest brúktu motorar, fer elektriska orkan at vinna alt meir og meir fram. Vit á Auto Service kunnu bjóða m.a. elbilarnar Nissan Leaf og Nissan eNV200.    

 

 

 

 

 

Tøknin

Tøknin í einum elbili eru lutfalsliga sera einføld. Elbilar byggja allir uppá ein tekniskt einfaldan elmotor við beinleiðis sambandi til drívaksulin. Elmotorurin í flestu elbilum er í prinsippinum ikki stórt øðrvísi enn elmotorurin, sum situr í einari vaskimaskinu. Ein elbilamotorur er sjálvandi størri, men mong vilja tó undrast á hvussu lítil ein elmotorur er í mun til hvat tey eru von við at síggja, tá tey lata motorhjálmin upp. Hvat ið harafturímóti fyllir meira, er battaríið. Ein elmotorur nýtir tilførdu orkuna við uml. 85%. Hetta er uml. 20% meira enn teir mest framkomnu og effektivu brennievnismotorarnir.  

 

 

 

 

 

Nissan LEAF

 

Koyrir longri, størri viðførisrúm, enn meiri effektiv hitaskipan og nógv meira. Nýggi Nissan LEAF er rúmligari enn áður og hann er betri at koyra í. LEAF er boðið hjá Nissan uppá ein sterkan elbil í millumflokkastøddini til tín, sum vil hava smidligheit og góð avrik.Nissan LEAF er perfekti elbilurin til privat, kommunur og virkir, tí hann kann koyra langt og hevur gott pláss, bæði til fólk og viðføri. Nú fæst LEAF í trimum útgerðarstigum: Visia, Acenta og Tekna. Og nú er eisini møguleiki at velja ímillum tvær battarístøddir. 24 kWt og 30 kWt.

 

 

 

 

Nissan e-NV200

 

fæst bæði sum vøruvognur og persónbilur.

Í Nissan e-NV200 vøruvogninum eru ongar neyðloysnir í mun til at lasta vøru, og er serliga vælegnaður í býarkoyring. Hann kann eisini taka longri túrar, tá hann kann løðast til 80 % á 25-30 minuttir á eini skjótari løðistøð. El-vøruvognurin er perfektur bæði til kommunur, virkir og familjur, tí hann er rúmligur við plássi bæði til ferðafólk og viðføri. Nissan e-NV200 fæst við sitiplássum til heili sjey fólk í næstum.Toppferðin er fyribils 123 km/t og e-NV200 er mettur at koyra upp til 170 km uppá eina løðing. Tað tekur uml. 8-10 tímar at løða battaríið við 3,7 kWt.