Peugeot

Sigast má at seinastu mongu árini hevur Peugeot rættiliga havt vind í seglunum.

Eisini í Føroyum er tað stutt ímillum Peugeotbilarnar. Tað sum kanska serkennir Peugeot er at tað eru so sera nógvir møguleikar at velja ímillum. Sum nú er, er dentur kanska serliga lagdur á at menna og framleiða smáar spennandi bilar. 108, 208 og 2008 eru alt smáir bilar.

Eitt annað sum sermerkir Peugeot er at teir eru so væl útgjørdir, serliga tá tað ræður um trygd. Og trygd tað er nakað sum er í øllum bilunum. Ikki bara í teimum størstu. Peugeot hevur eisini eina fjølbroytta vøruvognsskrá. Hvør kennir ikki Partner, Expert ella Boxer?

 

 

Seinastu árini eru sera nógvir Peugeot bilar seldir í Føroyum, og Pesjø er vorðið eitt húsarhaldsnavn.