Um Auto Service

P/F Auto Service varð stovnað 4. november 2005, tá Eivind av Reyni yvirtók bilvirksemið hjá P/F Meinhardt Arge. Umframt bilumboðini Nissan, Peugeot, Opel og Saab keypti Eivind eisini verkstaðarbygningin við Oyggjarvegin í Havn.

 

Hóast nýtt virki, so hevur P/F Auto Service djúpar røtur í føroyskari bilsøgu. Tað fyrsta Auto Service varð stovnað í 1964 og húsaðist í Gundadali. Tað vóru børnini hjá Óla Arge, sum stovnaðu felagið, sum eisini fór at selja bilar. Í 1978, tá Meinhardt Arge hevði keypt systkinini út, flutti hann alt virksemið niðan á Háls.

 

Í 1985 yvirtók sonurin Finnbogi felagið, sum helt á til 1993, tá tað steðgaði mitt í búskaparkreppuni. Finnbogi helt fram við virkseminum í nýstovnaða felagnum P/F Meinhardt Arge. Argemennirnir vóru teir fyrstu, sum innfluttu japanskar bilar til Norðanlond. Longu í 1962 kom tann fyrsti Prince Skyline til Føroyar. Prince navnið var broytt til Datsun, sum so seinni varð til Nissan.

 

Í dag arbeiða 29 fólk hjá Auto Service, sum umboðar bilmerkini:

 

Vit hava umboðað Nissan síðani 1962, Peugeot síðani 1969, Opel síðani 1986 og Chevrolet frá 1. juni 2009.

 

Umframt bilasølu hava vit eisini nútímans verkstað og stóra goymslu av eykalutum. Vit leggja stóran dent á, at starvsfólkið fakliga eru dagført, hava tað nýggjastu vitanina og tey bestu amboðini at arbeiða við. Nú mestsum alt starvsfólkið helt fram hava vit sostatt varðveitt vitanina og drúgvu royndirnar at handfara hesi bilmerki.

 

 

 

 



V-tal:
549142

 

konto

Bank Nordik 6460-2007470

Eik 9181-1480083.