Eykalutagoymslan

P/F Auto Service setur stór krøv til eykalutagoymsluna, og er hon eisini ein av teimum størstu í landinum, við ikki færri enn fimm ymsum bilmerkjum í húsinum. Vit hava smá 15.000 vørunummur á goymslu og hava tilsamans yvir 51.000 ymisk vørunummur í telduskipanini, ið vit kunnu fáa til vega úr útlandinum.

Sum oftast hava vit altíð tað á goymslu, sum mest er brúk fyri, so sum slitlutir. Er so brúk fyri øðrum eykalutum, hevur P/F Auto Service gjøgnum datagrunn gott samband við útlendskar veitarar, so minni vanligir eykalutir kunnu útvegast við stuttari freist.
Av tí at eykalutir til fimm ymisk bilmerki eru at halda skil á, verður stórur dentur lagdur á at dagføra goymsluna, so hon altíð hevur tað, ið brúk er fyri og gjarna væl meira enn tað. Samlaða goymslustýringin er samskipað, so lættari er at halda skil á øllum.
Umframt at hava allar eykalutir til tað arbeiðið, ið gjørt verður á verkstaðnum hjá P/F Auto Service, sendir eykalutagoymslan eisini nógv út um landið. Tað verið seg til fólk, ið sjálv umvæla bilin ella aðrar verkstaðir, serliga í útjaðaranum, ið umvæla bilar frá okkum.

Goymslumaðurin, Alex Jacobsen, er útlærdur bilsmiður hjá Meinhardt Arge og goymslumaður hjá Auto Service.