Svein og lærling

Til helst Føroya størsta bilverkstað

 

Nú hevur tú møguleikan at koma í læru sum bilmekanikari í helst Føroya størsta bilverkstaði.

 

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss við nógvum avbjóðingum. Sum mekanikaralærlingur verður tú partur av okkara mekaniska verkstaði, har uppgávurnar eru m.a. umvæling og viðlíkahald av bilum.

 

Tað er ein fyrimunur, um tú, sum lærlingur, hevur SIT 1 ella SIT2 (bildeild) og dugir at arbeiða undir trýsti. Somuleiðis er koyrikort ein fyrimunur.

 

Vit vænta at tú, sum sveinur og lærlingur, hevur stóran áhuga fyri bilum, hevur gott áræði og góð samstarvsevni. Vit vænta eisini at tú tekur ímóti og sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum spennandi avbjóðingar.

 

Av sveininum vænta vit eisini at tú er væl fyri bæði mekaniskt og tekniskt. 

 

Sveinaløn sambært avtalu. Lærlingaløn sambært sáttmála millum Auto Service og avvaðandi fakfelag.

 

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Heðin Weihe á 345400 ella hw@autoservice.fo.

 

Send umsóknina í seinasta lagi 1. apríl 2017 tilAuto Service, undir Krákugjógv 19, 100 Tórshavn ella til as@autoservice.fo.