Nissan Navara fær nýggjan motor

15-09-2016
Nú hava vit hoyrt og sæð eitt sindur til Navara, ið er kosin at vera tann bilurin, sum skal koyra runt í Føroyum og veita myndir til Google Street View.

Navara er sera væl umtóktur og nú hevur hann fingið enn eitt pluss á kontuna.
 
 
Nissan Navara fær nú Euro 6-motor og harvið bólksins lægsta útlát og betri brennievnisøkonomi
• Nissan Navara verður útgjørdur við einum betri 2,3-litra dCi-dieselmotori.
• Floksins lægsta CO2-útlát og minkað Nox-útlát orsakað av ADBlue SCR-skipanini.
• Betri brennievnisnýtsla og ein røð av øðrum dagføringum av Navara bilunum.
• Harðførur og fyltur við tøkni – Nissan Navara hevur vunnið International Pick-Up Award 2016.
• Sum nakað serstakt í bólkinum er bilurin umfataður av einum garantii uppá 5 ár/160.000 km

 
Brúkarar av arbeiðsbilum hava nú enn eina orsøk til at velja Nissan Navara. Bilurin hevur longu vunnið International Pick-Up Award 2016, og hann er kendur fyri sína styrki og flottu avrik, og nú verða allir Navara bilar útgjørdur við einum meiri framkomnum og umhvørvisvinarligum Euro 6-motori.
 Uppstigingin av Navara er í báðum 2,3-litra dCi-dieselmotorunum – ávikavist við 190 hk og dupultari turboløðing og 160 hk og einkultari turboløðing. Tað hevur gjørt ein stóran mun viðv. umhvørvinum – ein umráðandi partur fyri keyparan, tí tað ávirkar eisini útreiðslurnar. CO2 útlátið er nú heilt niðri á 167 g/km, sum svarar til eina minking uppá 2 g/km í mun til tann fyrra Euro 5-motorin. Brennievnisnýtslan er nú 15,9 km/l – ein minking á 0,3 km/l.

 
Umframt hetta kunnu vit eisini nevna:
• Start-stop-skipan til minking av brennievnisnýtslu er nú standardútgerð í øllum Navara-sniðum við manuellum gearkassa (frá Acenta))
• Øll Navara-snið hava nú eitt kombiinstrument í litum, fartpilot við ferðavmarkara, Bluetooth handfrítt ljóðannlegg og multifunkuróður.
• Totalvektin er økt við 35 kg, og eginvektin er økt við 5-38 kg (avhongur av sniði)
• Nyttulastin er uml. 900 kg, og mesta sleipivektin er framvegis 3,5 tons.
 
Virðislønti Nissan Navara skilir seg frá sínum kappingarneytum við einum standardgarantii uppá heili 5 ár/160.000 km og hesi sømdir verða yvirførdar til næsta eigaran – eisini hetta er forkunnugt í hesum bólkinum.
 
Framstigini av Navara avspegla týðiliga ynskið um at veita framkomna tøkni til allar bilbólkarnar, so eigarin fær meiri komfort og betri tryggleika. Navara fæst við slóðbrótandi Around View Monitor-kameraskipan (AVM) og við sjálvvirkandi neyðbremsing (FEB) – skipanir, sum eru serstakliga væl umtóktar í mest seldu bilunum hjá Nissan, so sum Juke, Qashqai og X-Trail.
 


Aftur