Nýggjur Peugeot 5008

28-09-2016

Eftir at hava verið á marknaðinum í seks ár kemur Peugeot 5008 í eini heilt nýggjari 2017 útgávu.

Hesin nýggi er bæði breiðari og longri enn forgangarin og hevur betri beinpláss í kabinuni og meira pláss til viðførið. Hóast hesin er størri, er hann umleið 100 kg lættari enn forgangarin.

Nýggi 5008 er eins og forgangarin ein 7-persónabilur og fæst við bensinmotorum frá 130 til 165 hk og dieselmotorum frá 100 til 180 hk.

Bilurin verður frumsýndur á Paris Motor Show í oktober og kemur á marknaðin í vár.


Aftur