Auto Service hevur ISO14001 viðurkenning, og harafturat eisini umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni. 

 

 

Umhvørvispolitikkur

P/F Auto Service, sum selur og umvælir bilar, sum lasta umhvørvið, ynskir at fyribyrgja dálking, umhvørvislastingar og arbeiðsskaðar, við at hava eina sterka sjálvstýring og leypandi betra øll øki, ið viðvíkja okkara umhvørvi, okkara starvsfólk og vørur. Vit ynskja at vera eitt sunt virki, sum heldur umhvørvislógirnar og harvið betrar um arbeiðsumhvørvið og styrkir okkara støðu. Vit vilja einans nýta umhvørvisliga forsvarligar arbeiðshættir og hjálparvørur. Vit ynskja, við tíðini, at minka nýtsluna av ráevnum og orku, og samstundis endurnýta mest møguligt av okkara burturkasti við einum effektivum skiljihátti. Vit ynskja framhaldandi at tryggja, at hetta fer fram, við atliti til trivnaðin hjá starvsfólki og umhvørvi.

 

Okkara umhvørvisleiðsla umfatar m.a.:

Leypandi tillagingar av kemiskum hjálparevnum, her undir minking av rávørum og vørum.

Fyribyggja dálking við at áhaldandi tillaga mongdir og skiljing av bæði vandamiklum og vandaleysum skrelli.

Áhaldandi betra um orkunýtslu og rakstrarøkonomi.

Samskifti og samarbeiði internt og eksternt viðv. Umhvørvisspurninum, sum umræður okkara vørur og tiltøk.

At fremja ábyrgdarkensluna hjá starvsfólkum fyri umhvørvinum.

At fremja ábyrgdarkensluna hjá starvsfólkum viðvíkjandi egnari heilsu og heilsuni hjá øðrum.

At halda galdandi umhvørvislóggeving, myndugleikakrøv, og somuleiðis frívillig átøk.

Samskifti við myndugleikar fyri at fremja áhuga fyri umhvørvisverju í heila tiki og fyri at styrkja tær føroysku umhvørvislógirnar við tí ferðslubygnaði, vit hava.

At stuðla bilframleiðarans átøkum í mun til at spaka og útbreiða orkuvinarliga tøkni.

 

 

____________________________________________________________________________________

 

 

 

At koyra umhvørvisvinaliga

 

Tey flestu av okkum vita væl, at ein koyrir ikki 60 kilometrar um tíman í øðrum geari, ei heldur trýstir ein á speedaran meðan vit bíða inntil reyða ljósið verður grønt. Kortini eru tað tó bæði peningur og CO₂-útlát at spara, um vit bert hugsa okkum eitt lítið sindur um, hvussu vit koyra mest umhvørvisvinarligt. 


Tú skalt sjálvandi velja ein bil, sum koyrir langt uppá liturin, og fylla hann við ”grønasta” brennievninum. Harafturat skalt tú td. eisini minnast til at kanna dekktrýstið javnan, tí um tað bara er 0,5 bar ov lágt, nýtir tú 2-3% meiri brennievni enn neyðugt. 

Jú lættari bilurin er, jú betri. So minst til at taka tung ting úr viðførisrúminum og at taka viðføris-takrúmið av, tá tað ikki skal nýtast kortini. 

At vera umhvørvisvinarligur er eisini at halda bilin í góðum standi: far til sýn, og kanna oljustøðið við jøvnum millumbili, so at tín bilur koyrir so effektivt sum møguligt. 
Um allir bilførarir í ES høvdu koyrt umhvørvisvinarliga og koyrt við umhugsni, høvdu vit spart 50 milliónir tons CO₂. Tað svarar til 15 milliardir krónir í útreiðslum til brennievni. So um tú fylgir hesum ráðum, kann bæði samvitskan og umhvørvið njóta gott av umhvørvisvinaligari koyring. 


1. Set bilin í gongd og koyr beinanvegin 
Tað er óneyðuga umhvørvisdálkandi at seta motorin í gongd bert fyri at hita bilin upp. Starta motorin og koyr. Tú kanst umhugsa ein motorhitara, sum skjótt fær motorin upp á tann besta koyrihitan. 


2. Eingin orsøk til tómgongd 
Sløkk motorin, um bilurin stendur stillur í meira enn ein minutt. 


3. Glíðandi ferðsla sparir mest 
Fylg við í ferðsluni og royn at vera uppá forkant við, hvat hendir fyri framman. Javnari tú koyrir, minni brennievni nýtir tú. 


4. Halt frástøðu - tað slítur minni 
Royn at sleppa undan at bremsa hart – tað slítur óneyðuga nógv uppá bæði bilin og nervalagið. 


5. Ferðásetingar eru góðar fyri umhvørvið 
Tá tú koyrir millum bygdir, er vindmótstøðan tann størsti orkuslúkarin. Økir tú ferðina frá td. 110 til 130 kilometrar um tíman, brennir tú lættliga 20% meiri enn neyðugt. 


6. Yvirhála ikki uttan neyðugt 
Ógvusligar ferðøkingar gera orkubrúkið sera stórt, so traðka ikki ov hart á speedaran, tá tú skalt yvirhála. Tó skalt tú heldur ikki gera ferðøkingina ov langdrigna. 


7. Hav bilin í geari, tá tú setir ferðina niður 
Speeda niður í góðari tíð og lat vera við at kobla úr. Tá motorurin verður verðandi í gear, steðgar innsproytingin av brennievni, so orkunýtslan fellur niður á 0. 


8. Koyr í rætta geari 
Tú skalt altíð koyra í hægst møguliga geari, so tú heldur umdreygingunum niðri. Men ansa eftir, at bilurin ikki koyrir í ov høgum geari. 


9. Hugsa teg um, áðrenn tú nýtir elektriska útstýrið 
El-bakrúturin økir td. um orkunýtsluna við nøkrum prosentum, og klimaanleggið hækkar nýtsluna við heilt upp til 10 %, tá hitin er nógvur. 


10. Lat vindeyguni aftur 
Opin vindeygu gera vindmótstøðuna størri, so tú nýtir upp til 5 % meiri brennievni. 



Hvat er CO₂? 
CO₂-útlátið frá el, hita, ferðing og nýtslu av gerandisvørum er prógvað at hava eina keðiliga ávirkan á umhvørvið. CO₂ er eitt luftslag, sum eisini er kend sum koldioxid ella koltvíevni, sum verður til, tá lívfrøðiligt tilfar verður brent. CO₂ er í luftini, sum menniskjur og djór anda út – og CO₂ verður eisini framleitt gjøgnum ymiskar gerðingsprosessir. CO₂ og vatndamp H₂O eru vanligastu vakstrarhúsgassini. 
Millum annað CO₂ verður útslept, tá vit brenna benzin og diesel við okkara bilum. Vit økja eisini um CO₂-útlátið, tá vit keypa mat og aðrar vørur, sum orka krevst til at framleiða og flyta. Ein partur av tí CO₂, sum verður til á jørðini, verður upptikið av plantum, ið nýta tað til at vaksa við. 
Tað CO₂-útlátið, tú sjálvur hevur ávirkan á ígjøgnum tína nýtslu av el og hita heima, tíni ferðing og tínum brúki av gerandisvørum, er áður roknað til at vera 6,04 tons pr. fólk pr. ár. Vit hava ikki nýggj tøl at vísa á.